Jólaborðhald

Jólaborðhaldið verður fríggjadagin 13. desember kl. 19 yviri hjá Tollaki og Kristvør á Torbjarnargøtu 11. Vit byrja kl. 19.

Vit hava drykkivørur við sjálvi.

Skrá fram til jóla 2024

  1. DES. Atventsgudstænasta í Leirvík kl. 11. Kórið møtir kl. 9.45. Dresscode: svart og/ella reytt
    3. des. Jólatræ í Gøtu kl. 18. Kórið møtir kl. 17.15.

    7. desember - Eykavenjing í Götu Kirkju KL 09.30 til 12.00

    8. desember Jólakonsert í Götu kirkju kl. 19 saman við Silvitni og Eiðis Ljómfelag. Kórið møtir kl. 16.45

    13. desember, Jólatammamm

Kunning um valfund 4. nov. 2024

Til veljarar í Eysturkommunu

Hugnalig valkafé verður í Tøting í Gøtu mánakvøldið 4. november kl. 19.30.

Valkaféin verður skipað við Speakers corner, har flestu valevnir til komandi býráð fara at greiða frá sínum hugsanum og møguligum ætlanum. Fokus verður á mentanarøkið, og hugsað verður breitt um virksemið innan listarliga økið, so sum tónlist, leiklist og ritlist fyri leik og lærd. Eisini verður hugsað um savnsøkið við bókasavni, fornminnissavni, bátasavni o.l.

Áhugavert verður at hoyra hvørjar hugsanir komandi býráðslimir hava um hesi viðurskifti.

Við bestu valkvøðu og ynski um góða undirtøku.

Vegna fyrireikararnar

Eystanljóð

Kunning um Knút Olsen fagnaðin

SEINASTU VENJINGARNAR

Týskvøld 22. okt. kl. 19.30 í Gøtu Kirkju.
Tey sum eru biðin um at læra seg einki er sum summarkvøld, sum skal syngjast saman við Hanne Marit møta kl. 19.

Hóskvøldið 24. okt. 20 í Eysturkúlanum (eyka felagsvenjing av syrpuni)
Leif Hansen bjóðar til eyka felagsvenjing av syrpuni

Týskvøldið 29. okt. kl. 19 í Fuglafjarðar Kirkju
Vænt verður saman við Fuglafjarðar Hornorkestri. Tey sum synja við Hanne Marit fáa nærri boð um nær vænt verður við henni.

Hetta kvøldið møtir nevndin kl. 18 at planleggja og gera uppstilling.

KONSERTIR
í FUGLAFJARÐAR KIRKJU MIKUKVØLDIÐ 30. OKT. kl. 19
Kór og orkestur møta kl. 17.30
Skrá fyri konsertina:
Vælkomin
Kórini syngja 4 sangir
Hanne Marit syngur Einki er sum summarkvøld saman við nøkrum sangarum.
Hanne Marit syngur møguliga ein sang afturat
Kórini syngja 3 sangir
Felagssangur
STUTT UM KNÚT OLSEN
Syrpan verður framførd av Fuglafjarðar Hornorkestri og kórunum

KONSERTIN Í VESTURKIRKJUNI LEYGARDAGIN 2. NOV. KL. 16
kl. 12.30 Felagsvenjing við Bernharði Wilkinson í Vesturkirkjuni

SKRÀ
Gentur út Musikkskúlanum - Grísa flísa Pætur og ein afturat
Tórshavnar Mannskór - Dagsins Eyga við nýggju útsetingini hjá Heri Eysturlíð
Havnarkórið - Fjalla rósan, Sandavágur og ein afturat
Tarira - Á bønum blómur blunda og Kom friður av himni
Kamarkórið - Nú strýkur vár, Mítt fagra land og Aftur birtist lív á landi
Eystanljóð, Fuglafj. Sangkór saman  - Tú gavst mær og upp gleðist
Hanne Marit - Einki er sum summarkvøld og ein afturat
Syrpan

ÁBIT EFTIR KONSERTINA
Eftir konsertina verða luttakararnir bodnir til ein lættan bita í læraraskúlahøllini. (matur er ókeypis, takið drykkivørur við sjálvi.)
Vinarliga melda til facebook, so geva vit boð til fyriskipararnar, um hvussu nógv vit verða

Kórvenjingarnar byrja aftur

Eystanljóð byrjar aftur at venja týskvøldið 3. september kl. 19.30 í Kirkjukjallaranum.

Eystanljóð hevur fingið í boðið at verða við til eina fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen - Knút´s fagnaður. Atli Petersen er biðin um at skriva eitt verk bygt á úrvaldar sangir hjá Knút. Fleiri kór og hornorkestur verða við og konsertir verða runt um í landinum og enda við einum braki av einari konsert í Havn í Vesturkirkjuni 2. nov. Eystanljóð kemur at arbeiða saman Fuglafjarðar sangkóri til hesa verkætlanina. Venjingar verða aðruhvørja viku í Gøtu og í Fuglafirði. í Gøtu týskvøld kl. 19.30 og í Fuglafirði mikukvøld kl. 19.30. Byrjað verður í Gøtu týskvøldi tann 3. september í kirkjukjallaranum.

Kórtreff í Fuglafirði

Eystanljóð møtir kl. 16.00 Fuglafjarðar skúla. Vit taka teir tríggjar sangirnar, ið vit syngja ígjøgnum. Eftir ætlan skulu viti á pall Mentanarhúsinum kl. 17.15.

INNGONGD til høgru, tá man koyrir oman í skúlan. Vit venja í nýggja partinum, har "trappurnar" eru.

Felagskórið venur kl. 19-22 fríggjakvøld og kl. 14 til 15.30 leygardagin.

Konsertin byrjar kl. 16

AÐALFUNDUR 7. apríl kl 21.

Týskvøldið 7. Apríl kl. 21 verður aðalfundur hjá Eystanljóð hildin í ovastu hædd av 29 skúlanum. Skráin fyri aðalfundin er hendan:

1. Val av fundarstjóra

2. Frásøgn frá nevndini fyri farna árið.

3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi.

4. Val av nevndarlimum og eykalimi.

5. Val av grannskoðara.

6. Ásetan av limagjaldi.

7. Ymiskt.

FRÍGGJAKVØLD Í GLASGOW

Vit fara avstað av hotellinum og til matstovuna kl. 19.10.
Til tykkum, sum koma sjálvi, so er matstovan er hendan::
The Italian Kitchen, 64 Ingram Street, G1 1EX
Kórið rindar fyri matin, meðan vit sjálvi rinda fyri drykkivørur.

KUNNING GLASGOW FERÐ

UMRÁÐANDI AT HAVA VIÐ: PASS, NÓTAR, KONSERTKLÆÐIR, 101 SANGIR

Skráin liggur her: https://www.facebook.com/groups/859987869259826/permalink/926266479298631

DRESSCODE

KVINNUR:
Føroyskt skjúrt ella sítt svart skjúrt, svarta blusu og beltið. Kunnu eisini hava brosju ella hálsprýði.

MENN:

Svartar buksur, svarta skjúrtu og føroysku sloyfuna

Til framførsluna av Bach eru vit í svørtum.

BUSSUR

10.10 Biskopstorg
10.20 Bussteðgiplássi við rundkoyringina við kirkjuna í Leirvík
10.30 Gøtugjógv
10.40 Skipaneskrossurin
10.50 Skálabotnur

VENJING 16. Apríl

I kvøld verður fyrri partur av venjingini brúktur upp á grøna heftið, har vit venja tilfar, ið verður sungið í Glasgow og til kórtreffi í Fuglafirði. Seinna helvtin verður brúkt til at venja Radiant Dawn og Bach kantaturnar. Lurtið eftir Bach heima eisini.

KÓRSTEVNAN 2024

Eystanljóð møtir í Christianskirkjuni kl. 16.45 til upphiting og gjøgnumgongd av satsunum.

Eystanljóð skal á pallin kl. 18.07

Aftaná máltíðina á døgurða er bert kaffi og køka, so tað er skilagott at hava matpakka við, um man er har allan dagin.

Dresscode til kórstevnu og Glasgow

KVINNUR:
Føroyskt skjúrt ella sítt svart skjúrt, svarta blusu og beltið. Kunnu eisini hava brosju ella hálsprýði.

MENN:

Svartar buksur, svarta skjúrtu og føroysku sloyfuna


Leinki til Cyberbass.com

Bach Kantata 146
https://www.cyberbass.org/Bach_Cantata_Project/BWV_141_160/bach_BWV146.htm

Bach Kantata 104
http://cyberbass.org/Bach_Cantata_Project/BWV_101_120/bach_BWV104.htm

Ljóðroynd í Varpinum

Eystanljóð møtir hóskvøldið kl. 18.30 til 19.30 til uppstilling og ljóðroynd/venjing. Kunning um nær og hvar kórið møtir leygardagin, kemur seinni, men væntast kann, at tað verður umleið 16.45 (also beint eftir at felagskórið hevur framført). Eftir skránni syngja vit 18.07, so um skráin heldur, eru vit liðug kl. 18.15.

Kórstevnan 12. og 13. apríl 2024

Kunning um kórstevnuna og nótar finnast her: http://www.kor.fo/korstevna-2024/

Fríggjadagin byrjar venjingin kl. 18 og leygardagin kl. 9.30

Konsertin byrjar leygardagin kl. 16.30 (Eystanljóð er á kl. 18.07 smb. skránni)

Dresscode til kórstevnu og Glasgow

KVINNUR:
Føroyskt skjúrt ella sítt svart skjúrt, svarta blusu og beltið. Kunnu eisini hava brosju ella hálsprýði.

MENN:

Svartar buksur, svarta skjúrtu og føroysku sloyfuna

Kunning um sangskeiðið hjá Ernst

Sangskeið við Ernst Mars/apríl 2024

Staður: 29 Skúlin

Leygardag 30 mars
kvinnur kl. 9-12
Menn kl 12.30 til 15.30
Týsdag 2. apríl
kl. 17 til 18.30 (Kvinnur)
kl. 18.30 til 20 (øll)
kl. 20-21.30 Menn
Fríggjadag 5 apríl (í kirkjuni)
kl. 17-19.30 øll venja
kl. 20 opin venjing í kirkjuni (45 min)
Aftaná verður hugnakvøld

Sangskrá til opnu venjingina:

Guð so elskaði

Nú rennur sólin fríð

Myrkrið køvir

Salt

Beinta

Smávinir

Lob und dank sei dir gesungen (Bach aftasta síða)

The Lord bless You and Keep you

Føðingardagur hjá Bjarna kl. 19 í Bowling

Kunning um venjing leygardagin 9. des. 2023

Vit venja frá kl. 10 til 12 - Leygardagin 9. des.

Tað er soleiðis at ungdómskórið skuldi venja kl. 11, men hevur flutt sína venjing til kl. 12, so vit kunnu sleppa framat í kirkjuni frá 10 til 12. Tað er tí av allarstørsta týdningi at møtt verður í góðari tíð. Kaffi er klárt kl. 9.30, so prátið kann takast áðrenn venjingina. Venjingin byrjar kl. 10 SHARP.

Raðfylgja:

Tað sótu seyðamenn The Road Home A Child is Born The Lord Bless You and Keep You Nissumanna og nissupápi Christmas Lullaby Somewhere in My Memory Við Silvitni: Jul, Jul, strålande jul, Halga nátt, Føgur er foldin.

Dupult konsert við Eystanljóð og Momentum

Vit møta í kirkjuni leygardagin 9 sept. kl. 13. Vit venja egið tilfar til kl. 14.30 og fara síðan at venja felagssangirnar saman við Momentum.

Konsertin verður kl. 17 og aftaná er borðhald í Víkingahúsinum saman við Momentum. Um tit vilja sleppa av vit matin tit skulu hava við áðrenn venjingina, so er opið í Víkinghúsinum frá kl. 12.30 til 12.55.

Síggjast.

NÚ BYRJA VIT AFTUR!!!

Nú skulu vit bara sova 8 ferðir afturat, og so sleppa vit aftur at venja kór. Kórvenjingin byrjar aftur týsdagin 29. august kl. 19 í kjallaranum í Gøtu Kirkju.

Leygardagin 9. september hava vit konsert í Gøtu Kirkju saman við danska kórinum Momentur. Momentum er eitt semi professionelt kór. Fyrst tvær venjingarnar verða brúktar til at fyrireika okkum til hesa konsertina. Vit fara at syngja fýra sangir sjálvi - Beinta, Brót so stillan, Road Home og Mánasegl, og síðan syngja vit tveir sangir saman við danska kórinum - Hulduríma og Black is the color of my truelove´s hair. Eftir konsertina skipa vit fyri hugnakvøldi, har vit vit eru vertir hjá danska kórinum. Ætlanin er at gera tað sum samanskotsgildi.

Minnist til at bjóða vinum og kennum, sum tíma at syngja, við í kórið. Øll eru vælkomin.

Heystskráin er ikki ordiliga klár enn, men ætlandi verður jólakonsertin hildin 9. desember, vit fara at syngja til eina atventsgudstænastu í Leirvík og vit vit evt at halda konsert saman við morgunkórinum. Tann 23. september verður HOYMA, og traditionen tro, far vit helst at spæla matstova. Nærri kunning um heystskránna kemur skjótt.

Tað verður Jón Eliassen (við hjálp frá Jákup, tá ástendur), ið kemur at verða kórleiðari í ár. Eftirmetingarnar hava víst at tað er trupult at arbeiða við tveimum kórleiðarum, tí tað verður ov langt ímillum.

Skrá hjá Eystanljóð fyri kórstevnuna 2023

FRÍGGJAKVØLDIÐ 28. apríl

Vit møta kl. 16.50, hita upp, og hava pallroynd kl. 17.10 til 17.20 og venja síðan til kl. 18.00

LEYGARDAGIN 29. apríl

Vit møta kl. 17.30 stundisliga til eina góða upphiting og syngja síðan sangirnar ígjøgnum

Sambært vegleiðandi skránni syngur Eystanljóð sum kór nummar fjúrtan - kl 18.36.

Skráin fyri sjálva kórstevnuna liggur her: http://www.kor.fo/skra2023/ 

Gjaldsleinki er her: https://hugnalotur.atgongumerki.fo/webshop/event/2011013/order/info 

Kostnaðurin fyri at verða við í Felagskórinum er kr. 150 og fyri veitsluna er kostnaðurin kr. 495.

Dresscode:
KVINNUR: svart skjúrt/buksur og svarta blusu við onkrum pynti (belti, stóra smykkur etc). MENN: Svartar buksur, Svarta skjúrtu + føroysku sloyfuna.

Føstuguðstænasta í Gøtu Kirkju 15. mars

Vit møta kl. 18 í kirkjuni - venja Møta kl 18.
Eftirsum venjingin í gjár var avlýst er venja vit partvís.venjing. Vit venja shall I compare thee, umframt sangirnar, sum vit fara at syngja til føstuguðstænastuna, íð verða Brót so stillan, Harra Guð títt dýra navn og Heimbygdin og so fara vit at royna til hvønn skal eg mær venda.... Jón verður kórleiðari.

Venjingin í kvøld 14. mars er avlýst vegna veður

Eykavenjing fram til jóla

Eftir Guðstænastuna í Leirvík venja vit a child is born, so tit sleppa ikki heim fyrr enn kl. 13 :). Annars er ikki ætlanin at hava eykavenjing, men týskvøldið 6. des. kann væntast at blíva nakað longur enn vanligt, har vit fyrst fara at venja yvamál úti í stemmum, og síðan taka alt einar tvær ferðir ígjøgnum upp í kirkjuni.

Jólakonsertin sunnudagin 11. desember kl. 19

Sunnudagin 11. desember kl. 19 verður árliga jólakonsertin hjá Eystanljóð. Hesaferð verður hon saman við Silvitni.

Vit møta í kirkjuni kl. 16

Eystanljóð syngur hesar sangir:

Harra Guð og dýra navn og æra

Gleðilig jól

A child is born

The Lord Bless

In the bleak midwinter

Somewhere in my Memory

Jul, jul, strålande jul (saman við Silvitni)

Halga nátt (saman við Silvitni)

Føgur er Foldin verður sungin til seinast við yvirstemmum og fólk syngja við seinasta versið

Guðstænasta í Leirvíkar Kirkju sunnudagin 4. desember

Sunnudagin 4. desember syngja vit í Leirvíkar Kirkju. Møta kl. 10, Guðstænastan byrjar klokkan 11.    

Vit syngja hesar sangir:

Harra Guð títt dýra navn og æra

In the bleak midwinter

Jul, jul strálande jul

Gleðilig jól

Eftir Guðstænastuna venja vit a child is born, so tit sleppa ikki heim fyrr enn kl. 13 :). Annars er ikki ætlanin at hava eykavenjing, men týskvøldið kann væntast at verða nakað longur enn vanligt, har vit fyrst fara at venja yvamál úti í stemmum, og síðan taka alt einar tvær ferðir ígjøgnum upp í kirkjuni.

Dresscode:

KVINNUR: svart skjúrt/buksur og svarta blusu við onkrum pynti (belti, stóra smykkur etc). MENN: Svartar buksur, Svarta skjúrtu + føroysku sloyfuna.

Kórvenjingarnar byrja aftur týsdagin 13. september 2022

Eystanljóð byrjar kórvenjingarnar aftur týskvøldið 13. september kl. 19 í kjallaranum í Gøtu Kirkju. Avtala er gjørd við Jákup Dahl Wardum og Jón Eliasen at teir skiftivís taka sær av kórvenjinginum. Øll eru hjartaliga vælkomin at syngja við.

Mentanardagar í Fuglafirði 3. september 2022

Kórið møtir í Mentanarhúsinum leygardagin 3. september kl. 14.30. Vit framføra kl. 16. Takið vár 2022 hefti við. Vit syngja hesar sangir: Mánasegl, Våren, Karleksvals, Smávinir fagrir, Brót so stillan bylga blá og Dimmið. Dress: KVINNUR: svart skjúrt/buksur og svarta blusu við onkrum pynti (belti, stóra smykkur etc). MENN: Svartar, buksur, hvíta skjúrtu + føroysku sloyfuna.

Felagssangur í Miðstaðarlundini

Í samband við felags kórsang í miðstaðarlundini kl 18. Syngja vit úr 101, sum verður til keyps á staðnum. Benjamin Gåsedal leiður kórið.

Aðalfundur leygardagin 21. mai 2022

Aðalfurndurin hjá Eystanljóð verður hildin á El-Talvuvirkinum 21. mai kl. 18. Aftaná fundin er myndasýning frá Firenze og grilling á skránni. Vit gleða okkum at síggja so nógv sum gjørligt.

Jarðarferð hjá Elinborg

Elinborg Húsgarð, gamla bóndakonan á Húsgarði, verður jarðað leygadagin kl. 14 í Gøtu Kirkju. Kórið er spurt um vit kunnu syngja ein sang til jarðarferðina, og tað hava vit sagt ja til. Vit fara at syngja "til hvønn skal eg mær venda" og møta kl. 12.30 fyri at taka hann ígjøgnum.

Vinarliga boða frá á Facebook, um tú fært luttikið - https://www.facebook.com/groups/252789188089725

Gjøgnumgongd av sálmum til KVF

Mikukvøldi 4. maj kl. 17 til 19 verður høvið til saman við ungdómskórinum at tak sálmarnar ígjøgnum, ið KVF fer at taka upp í kirkjuni týskvøldið 10. maj kl. 19 til 21.30.

Sálmarnir, ið sungnir verða, eru hesir: 34, 42, 44, 45, 46, 47, 48, 699, 700, 701, 738

Kunning um kórstevnu

Í sambandi við kórstevnuna venja vit í kvøld  - mikukvøldið 27. apríl kl. 19.30 - í kirkjuni. Sangirnir vit venja eru: Mánasegl og våren. 

Leygardagin møta vit kl. 11.30 í Norðurlandahúsinum, ella kanska ´i hølinum i Kringvarpinum
Ljóðroynd/pallroynd er kl. 12.
Konsertin byrjar kl. 16

Dresscode:

Menn: Svarta skjúrtu, svartar buksur og Føroysku sloyfuna. Sloyfan verður útflýggjað á staðnum
Kvinnur: svart sítt ella nokkso so sítt skjúrt ella føroyskt skúrt, svarta blusu og belti (til føroysk skjúrt ella líknandi)

Skrá fyri kórstevnuna

Fríggjakvøldið 29. Apríl

29. Apríl 18.30-21.30 Felagskórið

Leygardagin 30. Apríl

9.30-10.00 Luttakarar koma

10.00-12.00 Felagskórvenjing

12.00-12.30 Matarsteðgur

12.30-13-40 Felagskórvenjing

13.40-14.00 Kaffisteðgur

14.00-15.00 Felagskórvenjing á pallinum í Høllini

15.00-16.00 Steðgur áðrenn konsertina

16.00 Konsert

19.00 Veitsla í Dansifrøi

Kórvenjing 19. apríl

Møtt verður kl. 19
Eivør verður við til venjingina frá kl. 19 til 20 og tekur Salt og Mánasegl við okkum. Síðan verður alt programmið tikið ígjøgnum
Um onkur hevur brúk fyri hjálp at útfyllað Firenze, so er hjálp at heinta Í kirkjuni frá kl. 18. Tit eru eisini vælkomin at ringja til Sigvør 219570, um tit hava spurningar.

Kórstevnan 2022

Kórið verður meldað til kórstevnukonsertina, sum er leygardagin 30. apríl kl. 16. Ætlanin er at syngja Salt og Våren. Um tú ynskir at melda til kórstevnuna sum einstaklingur og til veitsluna, gert tú tað her: Melda til her Meira kunning um kórstevnuna her

Kórvenjing 12. og 19. apríl

kl. 19-20 Vit venja kórstevnutilfar kl. 20 - 22 Vit venja alt Firenze tilfarið

Várkonsert í Havnar Kirkju leygardagin kl. 17

Møtt verður kl. 14.30 í Kaffihúsinum (fundarhøli)
Dresscode: Firenze (KVINNUR: føroyskt skjúrt, svarta blusu og belti. MENN: svartar buksur, hvíta skjúrtu, svart slips og  vest til føroysk klæði, kot ella troyggju
Sangskrá:

1. (Rura, rura barnið)(Jón) (ikki við leygardagin)

2. Laudate (Jákup)

3. Sum hjørtur hyggur tráandi (Jákup)

4. Nú rennur sólin fríð (Jákup)

5. Heyr, himna smiður (Jákup)

6. Jarðareygað (Jákup)

7. Sig mær, hví er foldin føgur (Jákup)

8. Dimmið (Jón)

9. Brót so stillan, bylgja blá (Jón)

10. Uti vår hage (Jákup)

11. Smávinir fagrir (Jákup)

12. Kärleksvals (Jón)

13. Våren (Jákup)

14. Mánasegl (Jákup)

15. Salt (Jákup)

16. í Noreg búðu raskir menn (Jákup)

17. Morgensang af Elverskud (Jákup)

18. Finlandia-hymni (Jákup) 

19. Føroyar, mín móðir (Jákup)

Eftir konsertina verður farið heim til Anni og Jeffra, Geilargøtu 9, Syðrugøtu, til ein góðan bita, meira sang og fjant og fjas. Havið vætu við sjálvi.

Mikudagin 6. apríl - Føstuguðstænasta í Leirvíkar Kirkju.

Møtt verður kl. 19. Skrá: Dimmið, Brót so stillan og so Jarðareyga

Týsdagur 5. apríl - Venjingin í kvøld byrjar kl. 19.

Eykavenjing á Miðnám á Kambsdali

Í morgin - leygardagin 2. apríl - venja vit frá 11-14 á Miðnámi á Kambsdali

Broyttar venjingartíðir

 Í kvøld 29. mars og týskvøldið 5. apríl møta bæði kvinnur og menn 19.

Eykavenjing á Kambsdali

Leygardagin 2. apríl er eykavenjing á Kambsdali frá kl. 11-14