Viðtøkur hjá kórinum Eystanljóð
Navn og endamál
§ 1 Navn felagsins er Eystanljóð. Heimstaður felagsins er í
Eysturkommunu.
§ 2 Endamál felagsins er at fremja kórsang og at menna áhugan
fyri kórsangi í Føroyum og uttanlands. Kórið luttekur eftir
førimuni í heimliga mentanarlívinum.
Limaskapur
§ 3 Limir felagsins eru sangarar í kórinum Limagjaldið verður
ásett av ársaðalfundinum, og verður at gjalda eftir nærri avgerð
frá nevndini. Limur kann til eina og hvørja tíð við fráboðan til
nevndina melda seg úr kórinum.
§ 4 Nevndin kann avgera, at limur skal meldast úr kórinum, um
limur ikki heldur viðtøkur ella samtyktir hjá kórinum.
Nevndin
§ 5 Felagið verður stjørnað av eini 5-manna nevnd, sum verður
vald fyri tvey ár í senn á ársaðalfundi. Tveir limir standa fyri
valið makað ár og tríggir standa fyri valið ómaka ár. Eykalimur
verður valdur á hvørjum ári.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og skrivara.
Kórið skal hava kassameistara, hesin verður valdur av nevndini.
Formaðurin kallar saman til nevndarfundar, tá hann heldur
hetta vera neyðugt, og skal kalla nevndina saman, um 2
nevndarlimir ynskja tað.
Felagið verður bundið av undirskrift formansins,
kassameistarans ella av tveimum nevndarlimum.
Kórleiðari
Nevndin setir og loysir kórleiðaran úr starvi. Nevndin leggur
kórárið til rættis saman við kórleiðaranum. Miðað verður eftir at
nýta fakliga skúlaðan kórleiðara.
Roknskapur
§ 6 Roknskapur felagsins er frá 1. januar til 31. desembur.
Roknskapurin verður grannskoðaður. Grannskoðarin verður
valdur á ársaðalfundinum.
Aðalfundurin
§ 7 Aðalfundurin er hægsta vald felagsins. Ársaðalfundurin
verður hildin í mars ella apríl mánað. Boðað verður frá
aðalfundinum minst 7 dagar frammanundan. Mál, sum limir
ynskja viðgjørd á aðalfundi, skulu vera nevndini skrivliga í hendi
3 dagar undan aðalfundinum.
Atkvøðurætt hava limir, sum hava goldið limagjald. Avgerðir á
aðalfundi verða tiknar við vanligum meiriluta millum tey, ið
atkvøtt hava. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.
Skráin fyri ársaðalfundin er henda:
1. Val av fundarstjóra
2. Frásøgn frá nevndini fyri farna árið.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
4. Val av nevndarlimum og eykalimi.
5. Val av grannskoðara.
6. Ásetan av limagjaldi.
7. Ymiskt.
Eykaaðalfundur skal vera hildin, tá helvtin av limunum ella
nevndin ynskja tað. Eykaaðalfundurin skal fráboðast á sama
hátt sum aðalfundur.
Aðalfundurin er einans viðtøkuførur, um minst 10 limir møta
upp.
Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður kallað inn til
eykaaðalfund við somu skrá 14 dagar seinni. Hesin fundur er
altíð viðtøkuførur.
Viðtøkubroytingar og avtøka
§ 8 Til broyting av hesum viðtøkum krevst, at minst 50% av
limunum eru til staðar, og at minst 2/3 av teimum, sum atkvøtt
hava, hava atkvøtt fyri hesum.
§ 9 Felagið kann bert verða tikið av, um minst 50 % av limunum
eru til staðar, og tað á fundarskránni fyri aðalfundin er lýst, at
avtøkan kemur til viðgerðar. Uppskotið er tá bert samtykt, um
2/3 av teimum, sum atkvøtt hava, hava atkvøtt fyri hesum.
Verður felagið tikið av, ger aðalfundurin av við vanligum
meiriluta, hvussu vera skal við ognum tess.
Soleiðis samtyktar á eykaðaðalfundi tann 27.10. 2015.